Starvslýsing stovnað
01-04-2022
Umsóknarfreist
31-05-2022

Sjógvalari til Gøtuvík

Hevur tú áhuga fyri aling, og kundi tú hugsað tær at arbeitt sum sjógvalari? So ert tú kanska tann, sum vit leita eftir til sjógvalingina í Gøtuvík.

 

 

Arbeiðsøki

Sum alari verða tínar høvuðsuppgávur

·         at røkta fiskin

·         at passa fóðring

·         at gera dagligar viðlíkahaldsuppgávur, bæði á alibrúkinum og á landstøðini

·         at vera við til útseting og tøku

·         at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

 

Tín vangamynd

Sum persónur er tú røsk/raskur og álítandi, tekur við ábyrgd og megnar at arbeiða í einum toymi. Tú hevur áhuga í at arbeiða við djórum, og tú hevur telduførleikar á brúkarastøði. Tað er ein fyrimunur, men ikki eitt krav at hava royndir á sjónum og hesi skeiðini: trygdarskeið, trukkskeið og kranaskeið.

 

Vit bjóða

Hjá okkum kanst tú vænta eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv. Í løtuni er fiskurin í ringunum klárur til tøku. Tá tøkan er liðug, byrjar ein nýggjur árgangur, har tú verður við frá útseting og fylgir fiskinum til hann er klárur til tøku. Starvsfólkahópurin í Gøtuvík er samansettur við royndum alarum. Vit leggja dent á góða upplæring og gott arbeiðsumhvørvi. Vit bjóða eisini góðar starvsfólkatryggingar. 

 

Løn og setanartreytir

Løn er samsvarandi alarasáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Meira at vita

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Ray-Keth Tóriksdóttir, forkvinnu, t-post rkro@bakkafrost.com ella á tel. 23 51 43.

 

Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

 

Umsóknarfreist

Umsóknarfreistin er 31. mai 2022.

Starvið verður sett eftir avtalu.

 

Um Bakkafrost

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

 


Søk starvið

Aftur til listan