Starvslýsing stovnað
07-01-2022
Umsóknarfreist
31-01-2022

Fiskarøktari til smoltstøðina við Gjógv

Sum fiskarøktari á smoltstøðini við Gjógv fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv. Tú verður partur av einum dugnaligum toymi við fýra fiskarøktarum og einum maskinmanni, sum hava drúgvar royndir við smoltaling.

Arbeiðsøki 

Sum fiskarøktari verða tínar høvuðsuppgávur hesar:

·        at røkta fiskin

·        at brúka ymiska tekniska útgerð

·        at stýra vatngóðskuni

·        at virka til frama fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

Sum fiskarøktari vísir tú til formannin á smoltstøðini. Talan er um fulltíðarstarv, sum er 40 tímar um vikuna.

Tín vangamynd 

Sum persónur er tú ágrýtin og álítandi, tekur við ábyrgd og megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar. Tú hevur áhuga í at arbeiða við djórum, og tú hevur telduførleikar á brúkarastøði. Royndir innan aling er ein fyrimunur, men ikki eitt krav, tí tú fært góða upplæring frá okkum.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull/ur, vísa virðing og vera íðin, effektiv/ur og framsøkin.

Vit bjóða 

Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi og bjóða góðar starvsfólkatryggingar.

Løn og setanartreytir

Løn er sambært galdandi sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag fyri alivinnuna.

Meira at vita 

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristian Jákup Joensen, formann, á tel. 23 50 78 ella við t-brævi til krjo@bakkafrost.com

Umsókn 

Tú søkir starvið við at trýsta á “Søk starvið” á leinkjuni niðanfyri.  

Umsóknarfreistin er mánadagin 31. januar 2022. Starvið verður sett sum skjótast.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Bakkafrost 

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum.

Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy, Suðuroy og í Skotlandi. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

 

 


Søk starvið

Aftur til listan