Starvslýsing


Bygnaðareind
S16 Glyvradalur
Byrjunardagf.
09-07-2019
Endadagf.
29-07-2019

Bakkafrost søkir eftir maskinfólki til smoltstøðina á Glyvradali

 

BAKKAFROST SØKIR EFTIR MASKINFÓLKI TIL SMOLTSTØÐINA Á GLYVRADALI

Kundi tú hugsa tær eina yrkisleið sum maskinfólk á smoltstøðini á Glyvradali? Tú verður partur av eini fyritøku, ið framleiðir matvørur úr føroyskum laksi – tann sunnasti og besti laksurin, sum marknaðurin hevur at bjóða. 

 

Um smoltstøðina 

Smoltstøðin liggur í náttúruvøkrum umhvørvi á Glyvradali í Eysturoynni. Á smoltstøðini starvast fýra fiskarøktarar, tvey maskinfólk umframt forkvinnuna. Smoltstøðin hevur eina karrúmd á  2.000 m3. Í næstum verður farið undir at útbyggja smoltstøðina, og tá hon er liðug fer hon at hava eina rúmd á 11.000 m3 .

  

Arbeiðsøki 

Sum maskinfólk verður tú partur av einum toymi, ið virkar fyri at ala fyrsta floks laksasmolt til at seta út í sjógvalingina hjá Bakkafrost. 

 

Arbeiðið sum maskinfólk á smoltstøðini er avbjóðandi og fjølbroytt, og aftaná upplæring kemur tú m.a. at røkja fylgjandi arbeiðsuppgávur:

  

  • Arbeiði við og viðlíkahald av maskinum og tekniskum útbúnaði, herundir pumpur, motorar, o.a.
  • Arbeiði við Luft, Oxygen og UV-skipan
  • Køliskipan
  • Ymiskar stýrisskipanir
  • Skráseting og uppfylging í viðlíkahaldskipan (OPUS)
  • Ymiskt fyrifallandi smiðjuarbeiði
  • Røkt av fiski
  • Virka fyri fiskaheilsu og fiskavælferð

  

Tú hevur ábyrgdina av øllum vanligum maskinarbeiði, sum m.a. fevnir um eftirlit, umvælingararbeiði og viðlíkahald av øllum maskinum á smoltstøðini. Tú kemur at ganga vakt, og tá tú hevur vakt, skalt tú yvirnátta á støðini.

  

Tín vangamynd

  • Tú ert útbúgvin maskinmeistari, elektrikari, smiðjur, maskinistur ella líknandi.
  • Tú ert ágrýtin, væl skipað/ur og tekur við ábyrgd.
  • Tú hevur KT-førleikar á brúkarastøði.
  • Tú hevur áhuga fyri at røkta fisk

  

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin. 

 

Vit bjóða 

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í eini dynamiskari fyritøku. Eisini bjóða vit góðar starvsfólkatryggingar.

  

Løn og setanartreytir

Talan er um eitt fulltíðarstarv við vaktum. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. 

 

Meira at vita 

Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Helen Weihe, forkvinnu, á tel. 23 50 74 ella Jóhan Ásmund Olsen, leiðandi maskinmeistara, á tel. 23 50 71. 

 

Umsókn 

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin “Søk starvið” niðanfyri.

Umsóknarfreistin er mánadagin 29. juli 2019.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. 

 

Um Bakkafrost 

Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum. Harumframt er Biogassverk (FÖRKA) í gerð á Skarðshjalla. 

 

www.bakkafrost.com

 

 

 


Søk starvið

Aftur til listan